Legg serliga til merkis, at ávísir termorútar innihalda umhvørvisskaðiliga evnið PCB. Termorútar, sum eru framleiddir áðrenn á leið 1975-80, kunna innihalda PCB. Slíkir termorútar vóru brúktir í Danmark frá 1955 til 1977, tá forboð varð sett í gildið.
Bjálvaðar garasjuhurðar kunnu innihalda ozonoyðandi gassini chlorfluorcarbon (CFC) og hydrochlorfluorcarbon (HCFC).
Í báðum førum er tó talan um vindeygu og hurðar, sum ikki eru til keyps longur, men sum enn eru í fleiri húsum.
|
Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:
Enn finnast ongar hurðar ella vindeyðu á marknaðinum, sum eru merkt við Svananum ella Blómuni.
Termorútar og hurðar við termorútum, sum innihalda PCB, skulu burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast.
Garaguhurðar av metali, sum eru framleiddar áðrenn 2003, og sum innihalda bjálvingarskúm (polyuretanskúm), skulu latast inn sum serliga dálkandi burturkast, tí skúmið er blást upp við ozonoyðandi evni (t.d. CFC). Les meira her um burturbeining.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|